Líraberg tapti málið um endurgjald

Líraberg tapti málið um endurgjald
Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum eftir 750.000 kr., og tí felagið helt ikki, at lógin um vinnuligan fiskiskap er rætt umsitin
 
04.12.2014 - 11:37

Partafelagið Líraberg fekk ikki viðhald í Føroya rætti í málinum um endurgjald fyri mista makrelveiðu í 2012.

Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum eftir 750.000 kr., og vildi hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at lógin um vinnuligan fiskiskap er ikki rætt umsitin.

Men rætturin kom til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið er fríkent, og at Líraberg og manningin skal rinda Fiskimálaráðnum 75.000 kr. í sakarmálskostnaði.

Tað stendur í stutta dóminum, sum varð almannakunngjørdur fyri løtu síðani.

Óli Jacobsen, sum er ein av eigarunum av partafelagnum Lírabergi, sigur, at hann fyrst fer at lesa dómin, áðrenn ger viðmerkingar til mmálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860