Johan Dahl: Fyrimunur at Magn samstarvar við SEV

Johan Dahl: Fyrimunur at Magn samstarvar við SEV
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur svarað fyrispurningi um vindmyllulundina í Húsahaga
 
05.12.2014 - 11:45

Landsstýrismaðurin í vinnumálum gav í 2012 einum felagi, sum SEV og Magn skuldu stovna, loyvi til gera streym við vindmyllulundini í Húsahaga.  

Tað sigur Johan Dahl í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, at SEV og Magn saman eiga vindmyllulundina í Húsahaga.

Johan Dahl svarar, at sambært elveitingarlógini eigur kapping at vera um at gera streym í Føroyum, serliga úr vindmegi. 

Dótturfelagið hjá SEV, har sum Magn er við, fer ikki at kappast við SEV.  Men tað verður kortini fyrimunur hjá brúkarunum, at Magn er við, sigur John Dahl.  

Lættir um fíggjarbyrðuna hjá SEV

Magn setur váðafúsan kapital í felagið, og tað lættir um fíggjarbyrðuna hjá SEV. 

Harafturat kann Magn fáa so nógvar førleikar av samstarvinum við SEV, at Magn seinni verður ført fyri at koma við sjálvstøðugum boði upp á vindmylluverkætlanir í framtíðini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Tað er ikki ókent, at fyritøkur, sum fara inn á nýggj virkisøki, byrja við at fara í samstarv við verandi veitarar, fyri síðan at bróta frá og kappast á jøvnum føti, sigur landsstýrismaðurin.  

Johan Dahl sigur eisini, at hann fer at biðja løgtingið hava aðalorðaskifti um elveiting, hvussu hon eigur at vera í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846