Samgongufólk atkvøddu bæði fyri og ímóti

Samgongufólk atkvøddu bæði fyri og ímóti
Misjavnt var, hvussu tingfólk í samgonguni atkvøddu í málinum um at forða felagsskapum sum Sea Shepherd at sleppa inn í landið
 
05.12.2014 - 08:44

Bara tann eini samgonguflokkurin var heilur, tá løgtingið atkvøddi um uppskotið hjá Tjóðveldi um fáa landsstýrið at gera lógaruppskot, sum skal forða teimum í at koma til Føroya, sum hava boðað frá, at tey koma higar at bróta lógir. 

Báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum atkvøddu í móti uppskotinum.

Men bæði í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum vóru nøkur fyri og nøkur ímóti.

Fýra fólkafloksmenn atkvøddu nei. Teir eru Joen Magnus Rasmussen, Rodmundur Nielsen, Bjarni Djurholm og Jákup Mikkelsen. 

Tveir sambandsmenn atkvøddu eisini í móti uppskotinum, Helgi Abrahamsen og Alfred Olsen. Edva Jacobsen atkvøddi blankt.

Eisini samtykkjast í fólkatinginum 

Vinnumálaráðið skal gera lógarbroytingarnar, sum løgtingið samtykti at biðja um, tí talan verður um at broyta útlendingalógina. Og tað merkir, at lógarbroytingarnar skulu eisini samtykkjast í fólkatinginum.

Løgtingið gav ikki landsstýrinum langa tíð at gera lógarbroytingarnar. Eitt broytingaruppskot hjá samdari Rættarnevnd um at geva landsstýrinum freist til 1.mai næsta ár varð samtykt.

Fólkatingið kann koma í eina tvístøðu av hesum máli. Í Danmark hevur ikki borið til at seta forboð av slíkum slagi, sum løgtingið nú vil hava. Og fólkatingið er ikki so fegið um at fella broytingar í lógum, sum skulu galda í Føroyum.

Uppskotið, sum løgtingið samtykti mikudagin, er eitt uppskot til samtyktar, ein áheitan á landsstýrið.

Tað er verri enn so altíð, at landsstýrini fremja slík uppskot til samtyktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854