10 mió. kr. á donsku fíggjarlógini til FarGen

10 mió. kr. á donsku fíggjarlógini til FarGen
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, kann vera tungan á vágsskálini, oh hesi støðu ger hann sær dælt av
 
10.12.2014 - 15:38

FarGen-verkætlanin, sum hevur til endamáls at ílegulesa allar føroyingar, fær nú játtaðar pengar á donsku fíggjarlógini. 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag gjørt avtalu við donsku stjórnina um stuðul til FarGen-verkætlanina. Danska stjórnin játtar tilsamans 10 milliónir krónur til FarGaen.  Átta milliónir krónur verða játtaðar í 2015 og tvær milliónir í 2016. 

Ætlanin at lesa og skráseta allar arvastreingir í Føroyum hevur leingi verið í andróðri, tí eingin kapitalur fekst til verkætlanina. 

Mønustingurin kom í januar, tá ein arbeiðsbólkur í Heilsumálaráðnum mælti Karsteni Hansen, landsstýrismanni, frá at fara víðari við ætlanini.

Peningarenslið stongt

Stongt varð fyri pengarenslinum úr Heilsumálaráðnum, og tær 12 milliónir krónurnar, sum FarGen hevði brúk fyri til tess at fara undir verkætlanina, vórðu ikki játtaðar á fíggjarlógini.

Danska stjórnin hevur minst møguligan meiriluta á Fólkatingi, og atkvøðan hjá Sjúrða Skaale kann tí vera tungan á vágskálini.

Og ta støðuna hevur Sjúrður Skaale gjørt sær dælt av í samráðingunum við danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon úr Javnaðarflokkinum. 

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118