Kina keypir makrel úr Føroyum

Kina keypir makrel úr Føroyum
Føroyski útflutningurin av makreli til Kina var stórur í 2014.
Føroyar sita nú á næstan 10 prosentum av kinverska makrelmarknaðinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
03.01.2015 - 11:20

Hagtøl hjá Customs Inform vísa, at Føroyar eru farnar frá at hava lítla og onga ávirkan á kinesiska marknaðinum til nú at eiga næstan 10 prosent av makrelinum, sum kinesarar innflyta.

Bretland og Írland øktu eisini munandi um sín útflutning til Kina í fjør. Parturin hjá Noregi minkaði munandi; úr 85 prosentum niður í 65 prosent.

Bretland og Írland royna nú at gera seg galdandi í Kina, tí russar hava sett bann fyri at innflyta fiskavørur úr Evropa. Ian McFadden, stjóri í Scottish Pelagic Processors Assocation, ásannar, at teir mugu finna aðrar marknaðir.

Tølini hjá Customs Inform vísa, at kinesarar innfluttu munandi meiri makrel í 2014 enn árið fyri. Vøksturin var áleið 20 prosent.Uni 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558