Markið fyri frípláss broytt í summar

Markið fyri frípláss broytt í summar
Landið og kommunurnar eru samd um at broyta skipanina við fríplássi á dagstovnum, soleiðis at tað altíð loysir seg hjá fólki at arbeiða
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
08.01.2015 - 18:15

Kommunurnar vildu ikki hava kunngerðina um frípláss í dagsstovnum broytta í fjør, so inntøkuhámarkið hækkar. Eitt uppskot varð sent til hoyringar á vári í fjør. Ætlanin var tá, at broytingin skuldi koma í gildi 1. august í 2014.

Dagsstovnaøkið er kommunalt. Føroya Kommunufelag tekur undir við broytingini, men av fíggjarligum ávum mælti felagið til at útseta broytingina til 1. august í ár. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í svari til Janus Rein, løgtingsmann.

Missa meira í fríplássi enn tey fáa meira í løn

Tað vísir seg, at tað loysir seg ikki hjá fólki, sum hava frípláss, at arbeiða meira, tí so missa tey fríplássið á dagstovninum. Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at vit hava eina skipan, sum heldur fólki føstum í láglønarstøðu, eru Janus Rein og Annika Olsen samd um.

Orsøkin er útrokningarhátturin fyri frípláss á dagstovni. Fáa fólk, sum hava frípláss, 45.000 kr. meira í løn um árið, missa tey fríplássið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, minkar fríplássið tvey prosent.

Trupulleikin er, at fólk missa meira í fríplássi, enn tey fáa meira í løn, og tá loysir tað seg ikki at fáa meira í løn. Í uppskotinum í fjør, um at broyta kunngerðina, skuldi inntøkumarkið hækka slakar 100.000 kr., úr 292.900 kr. upp í 390.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854