15 vindskaðar fráboðaðir í Suðuroy

15 vindskaðar fráboðaðir í Suðuroy
Á døgverða vóru 15 vindskaðar fráboðaðir í Suðuroy, í kjalarvørrinum á ringa veðrinum fyrrapartin, sambært sløkkiliðunum í oynni
15 vindskaðar eru higartil fráboðaðir í Suðuroy, sambært sløkkiliðunum í oynni
Mynd: sudurras.fo  
 
12.01.2015 - 12:28

Sløkkiliðið í Vági hevur fyrrapartin fingið fráboðan um sjey vindskaðar, tá ringa veðrið rakti sunnastu oynna í landinum mánamorgunin.

- Vindeygu eru farin inn, húsaklædningar hava rivið, takplátur eru farnar á frystihúsinum og onkrar tekjur eru eisini farnar á sethúsum.

Tað var stutti samandrátturin, tá útvarpið tosaði við Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðara í Vági, í tíðindasendingini klokkan 12:20.

Eisini skaðar á Tvøroyri

Sløkkiliðið á Tvøroyri hevur eisini fingið fráboðan um vindskaðar í ódnarveðrinum fyrrapartin, sambært útvarpstíðindunum.

- Vit hava fyribils fingið fráboðan um átta vindskaðar á Tvøroyri fyrrapartin, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri við útvarpið.

Húsaklædningar høvdu fingið skaða og onkur lyktapeli var farin av um tvøran. Hann var vestan í ættini, og tað er ikki ringasta ættin í oynni, sambært sløkkiliðsleiðaranum á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815