Framvegis vánalig koyrilíkindi

Framvegis vánalig koyrilíkindi
Koyrilíkindini eru framvegis vánalig summastaðni, og givið verður at grava á høgtliggjandi vegunum klokkan 19.
Framvegis ring koyrilíkindi
 
18.01.2015 - 15:20

Nógv jarðrok er í løtuni, summastaðni eru ring koyrilíkndi. Landsverk boðar frá, at serliga til Vestmannar og Oyndarfjarðar, og annars á høgtliggjandi vegum á Eysturoynni og Streymoynni, eru vánalig koyrilíkindi. Koyrandi er aftur til Gjáar, men bert ein breyt er grivin til Norðadals. Tað er ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum, tó hevur verið grivið til Norðadals úr Havn.  Eisini verður boðað frá hálku nógvastaðni kring landið. Landsverk heitur á fólk um ikki at fara niðan á Oyggjarvegin bara fyri at skreiða. Givið verður at grava á høgtliggjandi vegunum kl. 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650