Miðflokkurin: 1. februar skal vera evstamarkið

bannari
Miðflokkurin: 1. februar skal vera evstamarkið
Miðflokkurin tosar ikki um fiskivinnunýskipan í samgonguni eftir 1.februar, sigur formaðurin
Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, er avgjørdur, samgongan eigur at vera samd um fiskivinnunýskipan 1.februar.
 
21.01.2015 - 12:25

Hjá Miðflokkinum er evstamarkið fyri at fáa semju í samgonguni um fiskivinnunýskipanina 1.februar 2015.

Miðflokkurin fer rætt og slætt ikki at samráðast um fiskivinnunýskipan eftir tann dagin, uttan við andstøðuna.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, er avgjørdur. Hjá Miðflokkinum skal samgongan vera liðug við fiskivinnunýskipanina 1. februar.

Eigur at bera til

Og tað eigur at bera til, sigur Jenis av Rana, tí so lítið er nú eftir at tosa um.

Ber kortini ikki til at halda evstamarkið 1.februar, er talan um vantandi vilja hjá onkrum at fáa semju, sigur Jenis av Rana.

Skal samgongan halda fram at viðgera fiskivinnunýskipan eftir 1.februar, verður tað uttan Miðflokkin, skilst á Jenisi av Rana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891