Løgreglan kannar mál um kynsligan ágang

Løgreglan kannar mál um kynsligan ágang
Ein lærari er fyribils frátikin fyri tænastu, meðan málið verður kannað
 
26.01.2015 - 11:55

Mentamálaráðið hevur fyribils frátikið ein lærara fyri tænastu, meðan løgreglan kannar mál um kynsligan ágang. Tað váttar Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Poul Geert Hansen leggur tó dent á, at hetta er vanlig mannagongd, tá mál skulu kannast.

- At lærarin fyribils verður frátikin tænastu er fyri at verja hann, og einki mistonkiligt liggur í hesum.

Kanna fartelefon og teldu

Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at málið varð fráboðað fyrr í hesum mánaðinum.

Hann leggur dent á, at málið er so nýtt, og nú skulu fyrst kanningar gerast, - eitt nú skulu telda og fartelefon kannast, áðrenn støða skal takast til, um farast skal víðari við málinum ella um tað verður slept.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025