VB: Vit eru gjørd til syndabukk

VB: Vit eru gjørd til syndabukk
Vígdis Nolsøe, forkvinna í VB, heldur fast í at seinna hálvfinalan skal spælast mikukvøldið
 
26.01.2015 - 16:18

Eftir at ítróttartíðindini í Kringvarpinum í gjár søgdu frá, at Kyndil helt seg vera fyri órættvísi í seinnu hálvfinaluni, hevur veruliga fingið bein at ganga á.


Í stuttum snýr málið seg um,at Kyndil heldur seg vera fyri órættvísi, tí tey skulu suður mitt í viku og hetta hevur fleiri trupulleikar við sær. 

Les eisini : http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/01/25/kyndil-vil-ikki-til-vgs-mitt-viku


Vígdis Nolsøe, forkvinna í VB heldur at tey nú eru gjørd til syndabukk í einum máli, sum ikki skuldi sæð dagsins ljós.

Tað er órímuligt at ein mannagongd, sum vit hava góðtikið í fleiri ár, hóast vit hava kært áður, endar aftur hjá kappingarnevndini. 

Skal ein mannagongd broytast skal hon verða tikin upp á einum aðalfundi, tí tað er har slíkt hoyrir heima. 


VB noktar at spæla fríggjakvøldið

Vígdis Nolsøe, forkvinna í dag váttar fyri kringvarpinum, at VB ikki vil flyta dystin, sum stendur at skula verða spældur mikukvøldið kl 20.00 í Vági.
Kappingarnevndin hevur bjóðað Kyndli at spæla dystin fríggjakvøldið, men tað góðtekur VB ikki.


Hon vísir á at VB seinastu mongu árini hevur spælt norðanfyri mitt í viku, tí VB ikki vann møguleikan at hava heimadyst til seinna dystin. 

Vit løgdu nógv fyri at vinna bólkaspælið í ár, nevniliga fyri at sleppa undan at skula úr Vági mitt í viku. Tìskil halda vit at tað er rímuligt, at kappingarnevndin heldur seg til uppruna avgerðina.
 

Kappingarnevndin hoyrt báðar partar

Formaðurin í Kyndli, Uni Arge og forkvinnan í VB, Vígdis Nolsøe, siga at báðir partar eru hoyrdir, og nú liggur avgerðin hjá kappingarnevndini.

Uni Arge, hevur onga viðmerking til hvat hendir um dysturin skal spælast mikukvøldið, og Vígdis Nolsøe vísir á, at VB ikki góðtekur nakað annað enn at seinna hálvfinalan verður spæld mikukvøldið. 


Kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum hevur enn ikki boðað frá um seinna hálvfinalan verður spæld mikukvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303