Vilja hava meiri útnorðursamstarv

Vilja hava meiri útnorðursamstarv
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, mælir londunum í útnorði at samstarva meiri. Fundur hevur verið í Grønlandi
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, mælir londunum í útnorði at samstarva meiri. Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar havt fund í Grønlandi

02.02.2015 - 08:55

- Samstarva vit meiri á fiskivinnuøkinum, eitt nú við at marknaðarføra fiskavørur og ferðavinnu samstundis, eru góðir møguleikar at gera stóra framstig, sigur Sigurður Ingi Jóhannsson við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Hann sigur, at íslendingar hava havt góðar royndir av at marknaðarføra fisk og ferðavinnu í senn. Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar havt fund í Grønlandi.

Íslendski búskaparfrøðingurin, Heiður Már Guðjónsson, segði á eini ráðstevnu í sambandi við útnorðurráðsfundin, at stór framgongd hevur verið í íslendska útflutninginum, síðani Ísland menti sítt egna flutningskervi.

Sigurður Ingi Jóhannsson sigur, at íslendingar nýta allar flogleiðir millum Ísland, Evropa og USA at flyta fiskavørur og ferðafólk, og tað eiga føroyingar og grønlendingar eisini at gera, heldur íslendski fiskimálaráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815