Kommunurnar vilja ikki sleppa ognarskapinum í SEV

Kommunurnar vilja ikki sleppa ognarskapinum í SEV
Johan Dahl vil nú hava løgtingið at taka støðu til í aðalorðaskifti, um yvirhøvur ber til at hava kapping á føroyska elmarknaðinum.
Kommunurnar vilja ikki sleppa ognarskapinum í SEV
Mynd: Savnsmynd  
 
13.02.2015 - 08:26

- Tað er sjálvandi óheppið, at semja ikki kundi fáast um tilmælið, men hatta var kanska væntandi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum í gjár fekk frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum í Føroyum. Grundleggjandi ósemja er í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi frágreiðingina. Semja er ikki um, antin landið eigur at yvirtaka SEV, ella um kommunur framvegis skulu eiga SEV.

Landsstýrið heldur, at elveiting sum heild ikki longur er ein kommunal uppgáva, men eigur, eins og í grannalondunum, at verða latin landinum. Men kommunurnar vísa á, at tær í áratíggju hava røkt ognarskapin til lítar og megnað at bygt upp eina, sum tær siga, vælvirkandi og framkomna elveiting. Semja var heldur ikki í arbeiðsbólkurin, um bygnaðurin í SEV skal broytast fyri at styrkja møguleikan fyri kapping um at veita streym. Landsstýrið heldur, at net og framleiðsla helst skulu skiljast sundur.

Men av tí at hetta er so víðfevnt stig, verður í fyrsta lagi mælt til at gera greitt deildarbýti millum framleiðslu og net. Kommunurnar halda ikki, at nóg góðar grundgevingar eru fyri sundurskiljing, sum bæði er sera trupul og dýr at fremja í verki. Landsstýrið heldur tað vera óheppið, at kommunalpolitikarar manna aðalfundin hjá SEV, sum ger íløguætlan og ásetur prísin. Hetta er ikki sambært siðvenju um góða leiðslu og avmarkar harafturat virkisførið hjá nevndini. Tað kann eisini hava við sær, at óheppin atlit ávirka íløgur í elorkuskipanina, heldur landsstýrið.

Landsstýrið mælir til at skipa SEV sum partafelag. Og í nevndini hjá SEV eiga at vera fólk, sum eru før fyri at sparra við leiðsluna og hava eftirlit við henni og ikki kommunustýrislimir, sum eru valdir eftir eina politiska telving. SEV viðger í løtuni uppskot frá Tórshavnar kommunu um at fáa serfrøði í nevndina hjá SEV. Í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum, vóru fólk frá Jarðfeingi, SEV og Vinnumálaráðnum, og ein stýribólkur við umboðum fyri Kommunufelagið og Vinnumálaráðið hevði eftirlit við arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum.

Johan Dahl vil nú hava løgtingið at taka støðu til í aðalorðaskifti, um yvirhøvur ber til at hava kapping á føroyska elmarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756