Dráttur steypavinnari

Dráttur steypavinnari
Dráttur er steypavinnari í flogbólti hjá kvinnum. Dráttur vann 3-2 á TB í sera spennandi finalu
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
14.02.2015 - 18:48

Fyri fyrstu ferð síðan 2007, er Dráttur steypavinnari. Fimm sett máttu til, áðrenn finalan varð avgjørd.

Dráttur var á odda tvær ferðir í settum, men báðar ferðir svaraði TB aftur.

TB vann fjórða setti rættiliga greitt, 25-17, og tá bendi meira á, at tær skuldu vinna dystin.

Men í fimta settið var mest sum eingin ivi. Dráttur var á odda frá byrjan og vann 15-11.

Góða úrslitið hjá Drátti kemur av miðvísum ungdómsarbeiði, og tað sást aftur, tá sekstan ára gamla Anna S. Hansen varð vald til dagsins leikara hjá Drátti.

Gudrid Nolsøe varð vald til dagsins leikara hjá TB.

Bæði TB og Dráttur hava nógvar góðar ungdómsleikarar, og júst hesi bæði feløgini møtast eisini í finaluni hjá kvinnuunglingum í morgin.

 

TB - Dáttur 2-3 (19-25, 25-23, 20-25, 25-17, 11-15)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107