- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja vinna sær uppflytingardystir
Fótbóltslandsliðið við monnum var fullmannað til venjingina í regninum á Tórsvølli seinnapartin.
Ari Olsen fekk skaða í dysti fyri Vendsyssel fríggjakvøldið, og tí er Ási Dam úr HB komin inn í hópin í staðin. Annars er støðan góð, sigur landsliðsvenjarin.
Teir, sum spæla í heimligum fótbólti og gjørdu seg lidnar við Meistaradeildina fyri eini góðari viku síðan, møttu til tríggjar venjingar longu í síðstu viku, og nú ræður um at hvessa sær vápnini til dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.
Føroyar eru næstfremstar í bólkinum, og møguleikin at enda á 2. plássi er stórur, men nógv bendir á, at heimadysturin ímóti Moldova næsta mánadag verður avgerandi.
Tað er málið í minsta lagi, tí so fær manslandsliðið uppflytingardystir til Deild B í Nations League.

























