Farstøðin framvegis onga brunagóðkenning

Farstøðin framvegis onga brunagóðkenning
Brunaeftirlitið hevur gjørt enn eina roynd at fáa Sørvágs kommunu at taka aftur loyvið, sum Vága Floghavn fekk í juli í fjør
Sambært Brunaeftirlitinum eru so stór ivamál og stórir feilir í brunatekniska skjalatilfarinum, sum Brunaeftirlitið fekk frá Vága Floghavn í oktober í fjør, at bygningurin kann ikki góðkennast út frá verandi skjalatilfari
 
16.02.2015 - 09:03

Brunaeftirlitið hevur gjørt enn eina roynd at fáa Sørvágs kommunu at taka aftur loyvið, sum Vága Floghavn fekk frá kommununi fyrst í juli í fjør at brúka nýggju farstøðina á flogvøllinum.

Sambært Brunaeftirlitinum eru so stór ivamál og stórir feilir í brunatekniska skjalatilfarinum, sum Brunaeftirlitið fekk frá Vága Floghavn í oktober í fjør, at bygningurin kann ikki góðkennast út frá verandi skjalatilfari.

Niðurstøðan hjá Brunaeftirlitinum er, at trygd kann ikki veitast fyri fólkatrygdini í farstøðini, um eldur kemur í. Brunaeftirlitið sigur, at tað fekk ikki tilfarið frá Vága Floghavn, fyrr enn tað hevði hótt við seta forboð fyri at brúka farstøðina.

Royndu at fáa myndugleikar at taka aftur nýtsluloyvið

Brunaeftirlitið royndi í fjør at fáa myndugleikarnar at taka aftur nýtsluloyvið, sum sambært Brunaeftirlitinum er ólógligt. Men Kommunala eftirlitið sendi málið til Kærunevndina í lendismálum. Nevndin vísti tó kæruni frá sær, tí Brunaeftirlitið kann ikki kæra, tað er ikki partur í byggimálinum, sigur nevndin.

Farstøðin á flogvøllinum hevur framvegis onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin. Kortini fekk P/f Vága Floghavn loyvi at brúka farstøðina tann 3. juli í fjør.

Farstøðin var tikin í brúk 17.juni. Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðina á flogvøllinum.

Brunaumsjón landsins átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina

Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.

Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1. apríl 2013, tá nýggja lógin kom.

Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27. september í 2012. Brunaeftirlitið hevur nú boðað Sørvágs kommunu frá, at farstøðin kann møguliga vera opin undir herdum eftirliti, meðan málið verður endaliga viðgjørt, og farstøðin kann verða góðkend.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864