Brunatrygdin strandað í einari tulking

Brunatrygdin strandað í einari tulking
P/f Vága floghavn og Sørvágs kommuna og Brunaeftirlitið tulka avleiðingina av nýggju byggilógini hvør á sín hátt
Brunatrygdin í farstøðini á flogvøllinum er strandað í einari tulking. P/f Vága floghavn og Sørvágs kommuna og Brunaeftirlitið tulka avleiðingina av nýggju byggilógini ymiskt
 
17.02.2015 - 13:18

Fiskimálaráðið, sum umsitur brunatrygd, heldur tað sama sum Vørn og Brunaeftirlitið. Spurningurin, um landsstýrismaðurin skal skera ígjøgnum, er ikki viðgjørdur í aðalráðnum.

Brunaeftirlitið skal viðgera brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum, eisini eftir 1. apríl í 2013, tá byggilógin kom í gildi. Tað var niðurstøðan á fundi í hølunum hjá Vørn tann 11. juni í 2013.

Á fundinum vóru Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, Búgvi Heðinson Johannesen, byggifrøðingur á Tilbúgvingarstovninum og Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.

Innlendismálaráðið sendi kommununum kunning

Sambært innanhýsis uppriti hjá Vørn, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, var spurningurin, sum fundurin viðgjørdi, um Vørn, Brunaeftirlitið er stovnur undir Vørn, framvegis skuldi viðgera brunatrygdarligu viðurskiftini í komu- og farstøðini hjá P/f Vága floghavn.

Niðurstøðan á fundinum var, at tað skuldi Brunaeftirlitið gera, tí Sørvágs kommuna gav byggiloyvið fyri 1. apríl í 2013. Tvær vikur frammanundan hevði Innlendismálaráðið sent kommununum eina kunning um viðgerð av brunamálum í sambandi við byggimálsviðgerð.

Í kunningini stendur, at hóast byggilógin, sum kom í gildi 1. apríl í 2013, flytur brunamálsviðgerðina frá Brunaeftirlitinum til kommununurnar, er "ikki vanlig" bygging undantikin, um byggiloyvið er latið fyri 1. apríl 2013. Tá hevur Brunaeftirlitið framvegis ítøkiligu brunamálsviðgerðina.

Brunatrygd málsøki hjá Fiskimálaráðnum

Rúni Joensen, sum var aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur seg minnast, at Marknagilsdepilin varð nevndur sum "ikki vanlig" bygging, men hann er ikki vísur í, um farstøðin á flogvøllinum eisini bleiv nevnd, men tað er ikki útilokað.

Brunatrygd er málsøki hjá Fiskimálaráðnum, og ein møguleiki, sum er nevndur, er, at landsstýrismaðurin sker ígjøgnum og sigur, hvør eigur brunamálsviðgerðina. Men um tað er eingin ætlan, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, í Fiskimálaráðnum.

Ein stovnur undir ráðnum hevur málsviðgerðina, men landsstýrismaðurin veit um málið viðvíkjandi brunatrygdini í farstøðini, og hann verður kunnaður um tað. Men spurningurin, um hann skal leggja uppí, er ikki viðgjørdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV