Lesandi áhuga fyri útbúgving í búskaparfrøði

Lesandi áhuga fyri útbúgving í búskaparfrøði
Var ein útbúgving í búskaparfrøði í Føroyum, eru nóg nógv fólk til ein flokk, kemur fram í kanning, Føroya handilsskúli hevur gjørt
16 næmingar, sum í løtuni ganga seinasta árið í miðnámsskúla og ætla sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her, kemur fram í kanning
 
18.02.2015 - 08:42

16 næmingar, sum í løtuni ganga seinasta árið í miðnámsskúla og ætla sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her.

Harafturat eru tíggju, sum helst høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum. 62 av teimum 495 spurdu miðnámsskúlanæmingunum søgdu seg ætla at lesa búskaparfrøði.

Tey flestu vilja búgva í Føroyum

Samanumtikið siga 115 seg ætla at lesa í Føroyum, og so eru 90, sum ivast, men helst høvdu valt Føroyar, um útbúgvingin, tey hava valt, kann fáast í Føroyum.

159 eru avgjørd í at fara av landinum at lesa, sama um útbúgvingin er í Føroyum. Nógv tey flestu hugsa um Danmark. Men tey flestu, yvir 80 prosent, siga tó, at tey vilja búgva í Føroyum eftir lokna útbúgving.

Føroya handilsskúli hevur nú kunngjørt alla kanningina, sum varð gjørd í miðnámsskúlunum í fjør heyst. Millum nógvu úrslitini í kanningini sæst, at nógv fleiri kvinnur enn menn eru í miðnámsskúlunum, meira enn dupult so nógvar. Kvinnurnar eru góð 68 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854