Makrelur: ES og Føroyar viðgera tollfrælsi

Makrelur: ES og Føroyar viðgera tollfrælsi
Felagsnevndin fer at hava fund í Havn 12. mai. Í løtuni er tollurin á niðursjóðaðum makreli 25 prosent
Løgmaður hevur svarað spurningi frá Hanusi Samró um tollviðurskifti i ES
 
23.02.2015 - 11:02

Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni er farin undir tilgongdina at fáa tollin á niðursjóðaðum makreli í ES burtur.  Ein formlig áheitan verður latin ES í næstum, tá faktuellar upplýsingar eru tøkar.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Hanus Samró, løgtingsmann, sum spurdi, um løgmaður ætlar at virka fyri, at tollurin, sum er 25 prosent, verður tikin av.

Fundur í mai

Løgmaður sigur, at sambært handilssáttmálanum við ES verða slík mál viðgjørd í felagsnevndini, og næsti fundur í felagsnevndini verður í Havn 12. mai.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at Ísland og Noreg, sum eru limir í EFTA, hava eisini avbjóðingar, tá ið ræður um niðursjóðaðan makrel. Tollurin á íslendskum vørum er tann sami sum á føroyskum, 25 prosent.

Noreg fekk í 1995 tollfría kvotu fyri niðursjóðaðan makrel, sum er 130 tons, og tá loftið er rokkið, skulu norðmenn gjalda 25 prosent í tolli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514