Maskinmeistarar á farmaskipum gjørt sáttmála

Maskinmeistarar á farmaskipum gjørt sáttmála
Reiðarafelagið fyri farmaskip og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála
 
23.02.2015 - 11:24

Maskinmeistarar á farmaskipum fáa 1,98 prosent meira í løn 1.mars í ár og 2,25 prosent 1.mars næsta ár. 

Reiðarafelagið fyri farmaskip og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála. 

Lønarhækkingin er tann sama, sum onnur fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið. 

Partarnir skrivaðu eisini undir avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Reiðarafelagið fyri farmaskip er nógv vaksið seinastu árini. Nú eru 24 limir í felagnum, og teir eiga 74 skip. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793