Missa 2,6 mió. kr. - vænta fleiri ferðafólk

Missa 2,6 mió. kr. - vænta fleiri ferðafólk
Frá 1. mai verður ferðafólkagjaldið í Vágum tíggju krónur bíligari enn í Kastrup
 
09.03.2015 - 08:13

Tað fer at kosta Vága Floghavn 2,6 mió. kr., nú gjaldið, flogvøllurin tekur, lækkar úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri hvørt ferðafólkið. Gjaldið lækkar 1. mai.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur játtað at lækka ferðafólkagjaldið.

Frá 1. mai verður ferðafólkagjaldið í Vágum tíggju krónur bíligari enn í Kastrup.   

Hóast Vága Floghavn í fyrsta umfari missir 2,6 mió. kr., tí ferðafólkagjaldið lækkar, koma pengarnir aftur, tí ferðafólkini gerast fleiri, nú ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í P/f Vága Floghavn. 

Nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava eisini avgjørt at geva Atlantic Airways fullan byrjanarstuðul til nýggju farleiðirnar til Edinburgh og Mallorka. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715