Vit skulu hava Fíggjarligt váðaráð

Vit skulu hava Fíggjarligt váðaráð
Neyðugt er at fremja ítøkilig átøk at forða fyri fíggjarkreppum í framtíðini, sigur Tjóðveldi. Uppskotið verður viðgjørt í dag
 
13.03.2015 - 10:05

Føroyar eiga at hava sítt egna Fíggjarliga váðaráð.

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldi um Fíggjarligt váðaráð.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sigur, at neyðugt er at fremja ítøkilig átøk at forða fyri fíggjarkreppum í framtíðini.

Fíggjarkreppan lærdi flestu lond, at nóg mikið er ikki at hava fíggjareftirlit, sum hevur eftirlit við hvørjum fíggjarstovni.

Neyðugt er eisini at hava yvirskipað fíggjarligt eftirlit, sum støðugt heldur eyga við fíggjarligu váðunum í samfelagnum og fíggjargeiranum sum heild, sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna Fíggjarligt váðaráð. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086