Sendiharri kemur ikki til Føroya

Sendiharri kemur ikki til Føroya
Russiski sendiharrin í Keypmannahavn, Mikhail Vanin, verður ikki við, tá sendifólk úr 32 londum koma til Føroya 18. mai
Russiski sendiharrin, Mikhail Vanin, (til høgru á hesi myndini frá 2003) verður ikki við, tá 32 sendifólk vitja í Føroyum í mai
Mynd: AP  
 
24.03.2015 - 10:32

Mikhail Vanin hevur ikki boðað frá, at hann ætlar sær til Føroya aftur í ár. Og freistin at boða frá er langt síðani farin, upplýsir Løgmansskrivstovan. Mikhail Vanin var sum russiskur sendiharri í Føroyum í mai í 2013.

Russiski sendiharrin í Keypmannahavn gjørdi av álvara vart við seg, tá hann leygardagin í lesarabrævi í danska blaðnum Jyllands-Posten skrivaði, at Danmark er eitt møguligt mál fyri russiskum kjarnorkuálopum, um Danmark verður við í rakettverjuni hjá Nato.

- Eg haldi ikki, at danir vita, hvat hendir, um Danmark tekur undir við rakettverjuskipanini, sum USA stýrir. Ger Danmark tað, verða donsk krígsskip mál fyri russiskum kjarnorkurakettum, tí Danmark verður ein hóttan móti Russlandi, skrivaði sendiharrin og gjørdi við tí spentu støðuna millum Danmark og Russland upp aftur spentari.

32 sendifólk vitja Føroyar í mai

Frá 18. til 20. mai vitja 32 sendifólk í Keypmannahavn Føroyar. Tey eru úr eitt nú USA, Kina, Kanada, Uganda og Vjetnam, men ikki úr Russlandi.

Sambært Mette Skak, lektara í lærda háskúlanum í Århus, er hóttanin hjá Mikhail Vanin ikki vend móti skipunum hjá donsku sjóverjuni á okkara leiðum.

Mette Skak sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at hóttanin umfatar donsku fregattirnar, sum vera við í rakettverjuni, og tær eru ikki her á norðurleiðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328