Flogvanlukkan: Leita eftir líkum í fjallalendinum

Flogvanlukkan: Leita eftir líkum í fjallalendinum
Løgreglan væntar, at tað fer at taka fleiri dagar at bjarga líkunum. Eingin kom frá vanlukkuni við lívinum
Flogfarið er farið í spønir, og eingin lutur er størri enn ein fermetur
Mynd: france24.com  
 
25.03.2015 - 10:25

Svarti kassin, sum varð funnin eftir flogvanlukkuna í fronsku alpunum í gjár, er skaddur, men serfrøðingar siga seg vóna, at teir kortini kunnu fáa greiði á tí, sum hendi.

Bjargingarlið fóru aftur í økið í lýsingini í morgun. Har er ilt at koma fram, tað letur seg bert gera við tyrlu, ella at ganga í ein slakan tíma frá einum vegi.

Flogfarið er farið í spønir, og eingin lutur er størri enn ein fermetur. Eingin av teimum 150 fólkunum, sum vóru við flogfarinum, kom frá hendingini við lívinum.

Tekur fleiri dagar

Løgreglan sigur seg rokna við, at bjargingararbeiðið fer at taka fleiri dagar.

Flogfarið fórúr Barcelona í Spania kl. 10 í gjáramorgunin, og setti kós ímóti Dússeldorf í Týsklandi.

Stutt fyri kl. 11 mistu fronsku eftirlitsmyndugleikarnir samskiftið við flogfarið. Tað fleyg í 38.000 fóta hædd, men dalaði skjótt í átta minuttir, og tá flogfarið var í 6.000 fóta hædd, hvarv tað av radaranum. Enn veit eingin, hvat  hendi. Franski veðurstovnurin upplýsir, at veðrið var gott.

Myndugleikarnir í Fraklandi eru longu farnir undir at avhoyra fólk, sum kunnu hava havt okkurt við flogfarið at gera. Týsku myndugleikarnir siga, at tað fer at taka langa tíð at fáa greiði á hendingini.

Stjórin í týsku skaðanevndini sigur, at tað fer at taka tvey til trý ár at fáa fáa flogfarið sett saman, um ikki okkurt annað kann prógva, hvat hendi.

121 lík staðfest

Higartil er staðfest, hvørji 121 av teimum 150 fólkunum vóru: 67 týskarar, 45 spaniólar, 2 úr Australia, Columbia, Argentina og Japan og eitt fólk úr Belgia, Danmark og Ísrael.

Bretskir myndugleikar hava upplýst, at bretar eisini vóru við, men ikki hvussu nógvir, og hildið verður, at fólk úr Turkalandi, Meksiko og USA eisini vóru við.

Flogfarið hevði trupulleikar mánadagin. Tað stóð í fleiri tímar, tí lemmurin til næsahjólið ikki virkaði sum hann skuldi. Serfrøðingar halda tó ikki, at tað kann vera orsøkin til vanlukkuna.

Aðrar orsøkir, sum verða nevndar, eru vantandi trýst í flogfarinum, ella vantandi súrevni.

Yvirgangur verður eisini nevndur, men bæði í Fraklandi, Týsklandi og í USA verða tær gitingarnar vístar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410