Fleiri deyðir seyðir í einum seyðahúsi

Fleiri deyðir seyðir í einum seyðahúsi
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um at millum 10 og 15 seyðir vóru funnir deyðir í einum seyðahúsi við Stóravatn á Sandi.
 
06.04.2015 - 14:17

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um at millum 10 og 15 seyðir vóru funnir deyðir í einum seyðahúsi við Stóravatn á Sandi. Seyðirnir høvdu ligið deyðir í nakrar dagar tá ein maður kom fram á teir í seyðahúsinum.

Løgreglan hevur havt fólk á staðnum og sambært løgregluni eru seyðirnir ivaleyst farnir inn at kroka. 
 
Hildið verður, at seyðirnir hava verið so grammir at sleppa sær innum undan einum æli, at teir eru komnir til at skumpa hurðina, sum gongur inneftir, aftur, uttan møguleika at fáa hana uppaftur, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Málið varð meldað til løgregluna í gjár sum í løtuni kannar nærri, hvat er hent.
Tann sum eigur seyðirnar er staddur uttanlands og løgreglan hevur ikki tosað við hann enn. 
Sum málið sær út í løtuni verður hildið at talan var um eitt óhapp.
Seyðahúsið talan er um, hevur verið brúkt í nógv ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521