Føroyskur stórsigur á Andorra

Føroyskur stórsigur á Andorra
Føroyska kvinnulandsliðið bukaði Andorra í EM-undankappingardysti. Føroyar vunnu heili 8-0.
 
06.04.2015 - 13:20

Føroyska kvinnulandsliðið setti seg aftur í respekt, eftir at tær fyrr í vikuni taptu 0-2 fyri Georgia.

Í dag var eingin slingur í valsinum. Føroyar vunnu 8-0 á Andorra, hálvleiksstøðan var 2-0.

Rannvá Andreasen varð dagsins leikari, hon skeyt fýra mál.

Hóast stórsigurin í dag, so eru vónirnar at koma víðari ikki góðar. 

Skal tað eydnast, skal Malta vinna á Georgia. Tann dysturin byrjaði klokkan 13.15.

 

Føroyar Andorra 8-0 (2-0)

1-0: Rannvá Andreasen - 20 min. (brotsspark=

2-0: Rannvá Andreasen - 45 min

3-0: Heidi Sevdal - 49 min

4-0: Heidi Sevdal - 62 min

5-0: Fríðrún Danielsen - 69 min

6-0: Rannvá Andreasen - 83 min

7-0: Rannvá Andreasen - 91 min

8-0: Lív Arge - 93 min.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688