Grannskoðaði roknskapurin viðgerast árið eftir

Grannskoðaði roknskapurin viðgerast árið eftir
Á fyrsta sinni nakrantíð fer Løgtingið nú at kunna viðgera grannskoðaða landsroknskapin í fylgjandi kalendaraárinum
Løgtingið fer nú á fyrsta sinni nakrantíð at kunna viðgera grannskoðaða landsroknskapin í fylgjandi kalendaraárinum
 
23.04.2015 - 07:30

Ein eyðsýndur trupulleiki við, at gamlir landsroknskapir hava verið lagdir fyri tingið, er, at áhugin hevur verið avmarkaður og eisini møguleikin at stýra av tí einføldu orsøk, at tølini hava verið so gomul.

Men fíggjarnevndin mælir nú til, at Løgtingið samtykkir uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum um at stytta freistirnar fyri at gera roknskapin lidnan, fáa hann grannskoðaðan og lagdan fyri Løgtingið.

Uppskotið fer at hava við sær, at tíðarfreistin, fyri at leggja grannskoðaða landsroknskapin fyri Løgtingið, verður stytt úr 14 mánaðum niður í 11 mánaðir.

Letur upp fyri øðrum møguleikum

Fíggjarnevndin heldur, at hetta fer at betra møguleikarnar at taka atlit at grannskoðaða roknskapinum og viðurskiftum, sum her eru viðgjørd, áðrenn nýggj fíggjarlóg er endaliga viðgjørd og samtykt.

Eisini ásetir uppskotið greiða heimild í grannskoðanarlógini fyri, at løgtingsgrannskoðararnir kunnu leggja úrslitið av grannskoðanini av landsroknskapinum fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar.

Har verða ikki bert viðmerkingar. Eisini niðurstøðurnar hjá løgtingsgrannskoðarunum eru beinleiðis partur av uppskotinum. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401