MBF: Norðurlendskt samstarv stóran týdning

MBF: Norðurlendskt samstarv stóran týdning
Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning, tá ljós skal varpast á trupulleikar og avbjóðingar hjá teimum, ið bera brek, sigur felagið
Norðurlendska samstarvið millum feløgini hevur stóran týdning, tá ljós skal varpast á avbjóðingar og trupulleikar hjá fólki við breki, sigur MBF eftir fundin í norðurlendska ráðnum fyri meginfeløg innan brekøkið, ið var týsdagin
 
29.04.2015 - 08:26

Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á trupulleikar og avbjóðingar hjá teimum sum bera brek og støðugt gera politisku skipanina varuga við støðuna.

Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum í norðurlendska ráðnum fyri meginfeløg innan brekøkið, ið var í Helsinki í Finnlandi í gjár, skrivar MBF á heimasíðuni.

Ráðið ásannar, at tað er ofta ov langt millum meginfeløgini og politisku skipanina. Tí er neyðugt at styrkja samstarvið millum norðurlendsku feløgini, so tey saman standa sterkari og kunnu vísa á felags trupulleikar og avbjóðingar.

Norðurlendska samstarvið stóran týdning

- Við einum sterkum norðurlendskum palli, og við alsamt at vísa á støðuna, ber til hjá norðurlendsku meginfeløgunum at ávirka politisku skipaninar í norðurlondum, siga feløgini í niðurstøðuni eftir fundin.

Svenska forkvinnan í ráðnum, Ingrid Burman, vísti á, at norðurlendska samstarvið hevur serliga stóran týdning, tí londini líkjast meira og hava meira í felag enn við onnur lond í Evropa.

- Norðurlond kenna betri skipaninar hvør hjá øðrum, og tí skal samstarvið styrkjast, sigur svenska forkvinnan, Ingrid Burman.

Nógv broytt til tað betra

Á fundinum í Helsinki varð eisini tosað um ST-sáttmálan, ið skal tryggja tey, sum bera brek.

Umboðini fyri Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum vístu á, at nógv er broytt til tað betra í Føroyum síðani skuggafrágreiðingin varð latin ST og Landsstýrið fekk endaligu niðurstøðurnar.

Noreg, Finnland, Áland og Ísland hava enn ikki sett sáttmálan í gildi. Í Føroyum er brekøkið miðsavnað hjá landinum, men í hinum norðurlondunum er brekøkið ábyrgdin hjá kommununum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Borgarafundur um suðuroyartunnilin
204348
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279