Heðinn Unsteinsson á hotel Føroyum

Heðinn Unsteinsson á hotel Føroyum
“Ábyrgd og avgerðarrættur í egnum viðurskiftum - eisini í sinnisheilsu og -sjúku,” er heitið á verkstovu, sum verður á hotel Føroyum 6. mai
 
03.05.2015 - 11:34

“Ábyrgd og avgerðarrættur í egnum viðurskiftum - eisini í sinnisheilsu og -sjúku,” er heitið á verkstovu, sum áhugabólkurin FPS - Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skipar fyri.

Ein av fyrilestrarhaldarunum á verkstovuni er Heðinn Unsteinsson úr Íslandi, sum hevur skrivað bókina "Vertu úlfur - Wargus esto." Heðinn Unsteinsson hevur seinastu 20 árini skrivað nógvar greinar og hildið fleiri enn 700 fyrilestrar kring heimin, ið á ein ella annan hátt snúgva seg um sálarheilsu og -sjúku. Heðinn Unnsteinsson starvast sum politiskur greinari í forsætismálaráðnum í Íslandi. Áðrenn tað, hevur hann starvast sum embætismaður fyri sálarheilsuprogrammið hjá WHO á Evropeisku skrivstovuni í Keypmannahavn.

Umframt Heðinn Unsteinsson, er eisini Elin Ebba Ásmundsdóttir úr Íslandi við á verkstovuni. Hon hevur stovnað og er leiðari á endurmenningardeplinum "Hlutamiðstøðin" í Reykjavík.

Verkstovan verður mikudagin 6. mai á hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521