Talið av deyðum veksur

Talið av deyðum veksur
Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í Nepal fyri átta døgum síðani, heldu fram at veksa
Mynd: Reuters  
 
03.05.2015 - 10:18

Í morgun fann løgreglan 50 lík í einum stað, har stórt omanlop hevði verið. Millum hesi 50 fólkini, vóru fleiri útlendsk ferðafólk. 

Sambært mynduleikunum í Nepal er talið av deyðum nú 7040. Tað skriva Ritzau og Reuters. Skjálvtadepilin var 77 kilometrar úr høvuðsstaðnu Kathmandu, og hevur elvt til oyðileggingar í einum stórum øki.

Í grannalondnum India og Kina eru fleiri enn 100 fólk deyð. Skjálvtin, ið varð máldur til 7,8 og er tann harðasti í landinum síðan 1934.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470