Føðideildin í Suðuroy verður helst stongd

Føðideildin í Suðuroy verður helst stongd
Sjúkrahúsleiðslan í Suðuroy mælir landsstýrismanninum til at steingja føðideildina í Suðuroy
 
05.05.2015 - 13:26

Allar barnakonur í Suðuroy eiga framyvir at føða á Landssjúkrahúsinum í Havn. Tað heldur stjórin í Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum í brævi til Karsten Hansen tann 13. apríl í ár mælir til at steingja føðideildini í Suðuroy.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

BRÁÐTÍÐINDI: Seinasta barn føtt í Suðuroy?

Posted by Kringvarp Føroya on 5. Mai 2015

Orsøkin er, at sjúkrahúsið - vegna ov trongar fíggjarkarmar - manglar ein skurðlækna og ei heldur hevur fakligu serlæknamanningina, ið krevst fyri at "hava eina eftir nútíðarkrevjandi dygdargóða føðideild."

- Út frá aðurnevndu viðurskiftum hevur leiðslan, saman við ljósmøðrunum, eftirmett støðuna, og vilja vit mæla til, at allar føðingar framyvir verða framdar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, skrivar Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, í brævinum.

Mælir til at varðveita ljósmóðurina

Sjúkrahússtjórin heitir tó á landsstýrismannin um framhaldandi at loyva einari ljósmóður at vera á vakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

SÍ EISINI Brævið frá sjúkrahúsleiðsluni til Karsten Hansen

Ronnie Midjord mælir eisini landsstýrismanninum til at hugsa um bústaðarviðurskifti, nú barnakonurnar helst mugu til Havnar at verða eina tíð áðrenn ætlaða føðing.

- Talan er ofta um konur, ið eru einsamallar við børnum, tí maðurin er til sjós ella burturi og arbeiðir, og mugu tí atlit takast til, at heimið við eftirverandi børnum virkar sum best, skrivar sjúkrahússtjórin víðari í brævinum.

Karsten Hansen fylgdi ikki tilmæli

Landslæknin mælti í 2013 landsstýrismanninum í heilsumálum til at steingja føðideildina.

Men Karsten Hansen valdi tá ikki at fylgja tilmælinum.Meir um málið í tíðindunum seinnapartin og í Degi og viku í kvøld.

SÍ EISINI Brævið frá 2013, tá Karsten Hansen valdi at lata føðideildina fáa frið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025