Veðurforsøgn: Ófantaliga veðrið heldur fram

Veðurforsøgn: Ófantaliga veðrið heldur fram
Gloym alt um grill, urtagarðsmøblar og sláimaskinu. Tað verður kalt og illfýsið alla vikuna.
 
06.05.2015 - 13:57

Tað er eingin orsøk at fara í skúrin at leita eftir urtagarðsmøblunum.

Veðrið er ikki til tað, og tað verður tað neyvan í bræði.

Fimm-daga-forsøgnin frá Danmark Metereologiske Institut er nevniliga ikki hugaligur lesnaður.

Kuldi og vindur

Komandi samdøgrið sigur hann frá nógvum vindi - millum 15 og 20 metrar um sekundið - av norðuri og útnyrðingi. Og ættin avspeglar eisini hitan, ið verður millum frostmarkið og 5 hitastig.

Og fyri at gera ilt verri, so verður eisini avfall - sum regn ella vátaslettingur.

Hósdagurin sær betur út. Men alt er relativt. Tí veðrið er framvegis vánaligt: útnyrðingur, 13 til 18 metrar um sekundið, regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 hitastig.

Fríggjadagurin er ei heldur nakað at skriva heim um. vestan og útnyrðingur, 10 til 15 metrar um sekundið, skýggjað við ælingi stundum sum vátaslettingur ella heglingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Ein lítil uggi er, at fríggjanáttina slítur í, og vindurin minkar nakað, men afturfyri fáa vit náttarfrost.

Keðiligt vikuskifti

Leygardagurin er tað tættasta, vit koma til nøkrum, ið bara minnir um summarveður. Hann verður norðan, 5 til metrar um sekundið, samdrigið og seinni turt, hitin millum 2 og 5 stig.

Sunnudagurin skiftir ættin. Hann verður eystan, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og seinni regn. Hitin millum 3 og 6 stig.

Og so er vikan úti. Men hálvvánaliga veðrið heldur fram. Mánadagin er hann eystan, seinni sunnan og útsynningur, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað regnar, seinni klárnar - tó við onkrum æli. Tað verður tó heitari. Millum 7 og 10 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521