Løgreglan vil framvegis frætta frá vitnum

Løgreglan vil framvegis frætta frá vitnum
Politiið vil framvegis tosa við øll ferðafólkini, sum vóru í bussinum hjá Bygdaleiðum, sum gjáramorgunin rendi á lítlan lastbil sunnan fyri Hósvík
 
09.05.2015 - 10:11

Ein bussur hjá Bygdaleiðum, Leið 400, var á veg norðureftir og rendi á ein lítlan lastbil, - ein pick-up - hjá Landsverki, sum stóð stillur á vegnum. 

Eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið fyri pínu í nakka og ryggi. Hetta fólkið var í lítla lastbilinum.

Politiið veit ikki enn, hví óhappið hendi, og vil fegið frætta frá teimum átta ferðafólkunum, sum vóru í bussinum. 

Vil frætta frá øllum átta

Nøkur hava longu vent sær til politiið, men ikki øll. Politiið vil eisini tosa við tey um óhappið.

Politiið hevur nummar 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025