Gera enn eina roynd: Nú koma tey aftur

Gera enn eina roynd: Nú koma tey aftur
Felagsskapurin, Sea Shepherd, boðaði fyri løtu síðani frá, at tey koma aftur til Føroyar 14. juni í summar. Tey verða her til oktober mánað
Fólk frá Sea Shepherd koma aftur til Føroyar í summar. Felagsskapurin ger enn eina roynd at steðga grindadrápinum, boðar felagsskapurin frá
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
12.05.2015 - 08:31

"Operation Sleppið Grindini"

Tað er heitið á átakinum, sum felagsskapurin Sea Shepherd fer undir í Føroyum í summar, boðaði felagsskapurin frá fyri løtu síðani í fráboðan á heimasíðuni, seashepherdglobal.org

Felagsskapurin, Sea Shepherd, hevur ætlanir um at hava fólk á bæði landi og á sjógvi, eins og tey gjørdu í 2014, nú felagsskapurin ætlar at gera enn eina roynd at steðga grindadrápinum.

- Okkara fólk fara at gera alt, tey eru ment innan lógarinnar karmar, so hvalir ikki verða dripnir í summar, sigur Alex Corneliessen, skipari og talsmaður hjá Sea Shepherd, í fráboðanini.

Lógardagføring skal geva løgregluni víðari heimildir

Landsstýrið ætlar at seta í verk nýggja grindalóg, ið fer at loyva løgregluni at halda aftur fólki, ið koma til landið at órógva grindadrápið, í meira enn 24 tímar áðrenn tey koma fyri ein dómstól.

- Hetta er greitt í stríð við grindalógina og rættargangslógina, segði Bjørn á Heygum, advokatur, í samrøðu við sjónvarpið mánakvøldið.

Uppskotið um at broyta verandi grindalóg kom í Løgtingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í fjør summar, tá fólk hjá felagsskapinum vórðu handtikin fyri at órógva grindadrápið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360