Fólkaskúlaráðið framvegis ikki mannað

Fólkaskúlaráðið framvegis ikki mannað
- At ráðið ikki er mannað, er í andsøgn við fólkaskúlalógina, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag
 
16.05.2015 - 14:20

Tað er í andsøgn við fólkaskúlalógina, tá landsstýrismaðurin í skúlamálum ikki hevur mannað fólkaskúlaráðið. 

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við skúlablaðið. 

 

Lærarafelagið hevur fleiri ferðir heitt á Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um at manna ráðið, men enn er hetta ikki gjørt. 

- Landsstýrismaðurin fer tí sera lætt um lógina, sigur Herálvur Jacobsen, tí í lógini stendur, at landsstýrismaður skal seta fólkaskúlaráðið, sigur hann. 

-Og tí er eingin nóg góð umbering hjá landsstýrismanninum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

 

Hann vísir á, at fólkaskúlaráðið hevur sera stóran týdning fyri fólkaskúlan, tí ráðið skal seta út í kortið, hvønn skúlapoltik vit vilja hava, sigur Herálvur Jacobsen við skúlablaðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360