Bílig olja munar í innflutninginum

Bílig olja munar í innflutninginum
Í ár er innflutt fyri 41 mió. kr. minni enn í fjør. Munurin er trý prosent
Brennievnið kostaði 63 mió. kr. minni enn í fjør
 
20.05.2015 - 07:47

Hóast vit innfluttu nakað meira av olju og bensini í fyrsta ársfjórðingi í ár, kostaði brennievnið 63 milliónir krónur minni enn í fjør. So stóran mun ger tann lági oljuprísurin.

Hagstovan hevur kunngjørt, hvussu nógv Føroyar innfluttu í fyrsta ársfjórðingi og samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í ár er innflutt fyri 41 mió. kr. minni enn í fjør. Munurin er trý prosent.

Kortini er vøkstur í nøkrum vørubólkum, fyrst og fremst er innflutt fyri ein triðing meira av byggitilfari.

Fleiri og fleiri bilar verða eisini keyptir, men vit innflyta á leið tað sama at eta og drekka.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659