P/f Poul Hansen upp í matstovuvinnuna

P/f Poul Hansen upp í matstovuvinnuna
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at P/f Poul Hansen keypir partabrøv frá TF Íløgunum í partafelagnum Gist og Vist
Gist og Vist hevur m.a. keypt Hotel Tórshavn frá TF Ognum
 
26.05.2015 - 07:56

Tað er eingin forðing fyri virknari kapping á gistingar- og matstovumarknaðinum í Føroyum, at P/f Poul Hansen keypir partabrøvini hjá smápartafelagnum TF Íløgum í partafelagnum Gist og Vist.

Kappingareftirlitið metir heldur ikki, at partabrævakeypið fer at ávirka kappingina millum heilsølur í Føroyum. 

Kappingareftirlitið hevur tí góðkent partabrævakeypið.  

Hotell og matstovur

P/f Gist og Vist rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Kerjalon, Hotel Vágar og matstovur í Havn og í Vágum. Harafturat hevur felagið virksemi á festivalum í Føroyum.

P/f Poul Hansen eigur nú 35 prosent í Gist og Vist, P/f Dvøl eigur 40 prosent, Atlantic Airways tíggju prosent og leiðandi starvsfólk í Gist og Vist eiga 15 prosent.

P/f Gist og Vist leigaði Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, men nú hevur Gist og Vist keypt hotellini frá TF Ognum. Harumframt verður eitt øki við Hotel Tórshavn, sum TF Ognir keyptu frá Tórshavnar kommunu, selt P/f Gist og Vist. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521