BankNordik sigur 20 fólkum úr starvi í Danmark

BankNordik sigur 20 fólkum úr starvi í Danmark
Harafturat verða fimm fulltíðarstørv spard burtur við nátúrligari frágongd
 
28.05.2015 - 11:43

BankNordik í Danmark fremur bygnaðartillaging og sigur 20 fólkum úr starvi. Harumframt verða fimm fulltíðarstørv spard burtur við nátúrligari frágongd og leysum størvum, sum ikki verða sett aftur.

Sparingin verður umleið 17 milliónir krónur um árið. Útreiðslurnar er umleið 13 milliónir kr., sum ávirka roknskapin annan ársfjórðing í ár. Fráfaringaravtalur eru gjørdar við starvsfólkini. 

BankNordik væntar, at  úrslitið í ár verður óbroytt, millum 200 og 240 milliónir kr.

- Bankavirksemi er vaksandi, og vit fáa dagliga nýggj viðskiftafólk. Men samstundis er kappingin um viðskiftafólkini herd almikið, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

- Fyri at kunna bjóða bestu treytirnar á marknaðinum er neyðugt at reka virksemi sera skynsamt, og við styrkta kappingarføri bankans halda vit fram at menna virksemi bankans, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109