USA er næstan líka stór hóttan sum Iran og Norðurkorea

USA er næstan líka stór hóttan sum Iran og Norðurkorea
Kanning vísir, at danir halda Russland vera størstu hóttanina. 78 prosent av teimum spurdu siga, at Grønland skal ikki seljast USA
Kanningin var gjørd, eftir at Donald Trump, forseti, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, aftur høvdu tosað í telefon um framtíð Grønlands.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.01.2025 - 15:04

Fleiri danir halda USA vera stóra, ella sera stóra hóttan.

Tað vísir ein spurnakanning, sum stovnurin YouGov hevur gjørt, og sum The Guardian endurgevur.

Av teimum 1.000 fólkunum, sum vóru spurd, siga 46 prosent, at USA er ein sera stór ella stór hóttan móti Danmark. 

Ávikavist 44 og 40 prosent halda Norðurkorea og Iran vera eins stóra hóttan. 

Russland verður tó sæð sum nógv størsta hóttanin. 86 prosent av teimum spurdu svarar, at Russland er ein stór ella sera stór hóttan.

Kanningin var gjørd millum 15. og 22. januar.

 

Ímóti at selja Grønland

Samstundis sum USA nú verður sæð sum ein munandi hóttan millum danir, siga 78 prosent av teimum spurdu, at tey eru ímóti, at Grønland verður selt til USA. Men tað eru ikki øll, sum halda, at Grønland skal eiga endaligu avgerðina, hóast tað er ein rímiliga stórur meiriluti heldur tað.

72 prosent av teimum spurdu siga, at Grønland eigur avgerðina um egna framtíð.

Kanningin kemur í kjalarvørrinum av, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri,  í vikuni var á rundferð í Berlin, París og Brússel fyri at tryggja sær stuðul eftir rokmiklu telefonsamrøðuna millum Mette Fredriksen og amerikanska forsetan, Donald Trump, tá tey enn einaferð tosaðu um framtíðina hjá Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424