Cameron á rundferð í Evropa

Cameron á rundferð í Evropa
Bretski forsætisráðharrin roynir í hesum døgum at sannføra hini ES-londini at broyta ES-bygnaðin.
 
29.05.2015 - 07:25

Bretski forsætisráðharrin David Cameron byrjaði í gjár rundferð sína til fleiri ES lond. Endamálið er at sannføra tey um, at Evropa-samveldið má broytast grundleggjandi, um Bretland skal halda fram sum ES limaland.

David Cameron var fyrst í Haag og hitti niðurlendska forsætisráðharran Mark Rutte. Seinni varð farið til Paris, har fundur var við franska forsetan Francois Hollande. Ætlanin var eisini, at David Cameron skuldi til Keypmannahavnar, men nú val er útskrivað í Danmark, varð ferðin hagar av ongum.

Misnøgdir bretar

David Cameron hevur lovað bretum fólkaatkvøðu í 2017, um Bretland skal vera verandi ella skal siga upp limaskapin í ES.

Og skal bretski forsætisráðharrin mæla bretum til at halda fast um limaskapin, mugu broytingar gerast, sigur David Cameron.

Hann vil m.a. hava samveldistilgongdina at steðga, og vil hava at meira vald aftur til einstøku limalondini og tjóðarting teirrra.

Bretar eru eisini misnøgdir við frælsið, ið gevur øllum ES borgarum rætt til frítt at fara millum limalondini, tí nógvir eysturevropearar koma til Bretlands, har teir hava somu rættindi sum bretar til heilsu- og vælferðartænastur, og tað siga bretar er alt ov dýrt hjá bretsta ríkiskassanum.

Franskmenn sinnaðir at lurta

Eftir fundin við David Cameron í gjár segði franski forsetin Francois Hollande, at hann er til reiðar at lurta eftir bretsku ynskjunum, og at Frakland vil hava, at Bretland verður verandi í ES.

Í dag fer David Camron fyrst til Warsawa at hitta polska forsætisráðharran Ewu Kopacz og haðani til Berlin at hitta týska kanslaran Angelu Merkel.

Síðsta vikuskifti var formaðurin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker í London, hagar bretski forsætisráðharrin hevði boðið honum at vera kunnaður um bretsku ynskini.

David Cameron hevði eina serliga orsøk til at vísa ES nevndarformanninum blíðskap, tí áðrenn Jean-Claude Juncker fekk formans-starvið, mótmælti bretski forsætisráðharrin harðliga og segði, at Jean Calude Juncker var sjálv ímyndin av enn meira ES samveldi.

Men tað hjálpti einki, og tí Jean-Calude Juncker fekk starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554