Fangi avrættaður í Teksas

Fangi avrættaður í Teksas
Lester Bower, sum var hvítur, varð dømdur fyri at hava myrt fýra menn í einum floghangari í 1983, men hann tvíhelt um, at hann var ósekur
Bower gjørdist 67 ára gamal, og var ein av fangunum, sum hevði sitið longst á deyðsgongini í Teksas
Mynd: AP  
 
05.06.2015 - 10:17

Eftir at hava sitið 31 ár á deyðsgongini og sjey ferðir at hava fingið avrættingina útsetta í evstu løtu, varð Lester Bower tikin av døgum við eini innspræning í Huntsville-fongslinum í Teksas í gjár.

Sambært ákæruritinum, drap hann menninar eftir at hann hevði stolið eitt flogfar frá einum av monnunum.

Verjarnir hjá Lester vístu ákæruni aftur og søgdu, at hon varð bygd á ábendingar, skrivar AFP-tíðindastovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006