Ísland: Hóttu forsætisráðharran eftir 400.000 kr.

Ísland: Hóttu forsætisráðharran eftir 400.000 kr.
Tvær íslendskar tíðindakvinnur, sum eru systrar, vóru tiknar í farnu viku, tí tær løgdu trýst á Sigmund Davið Gunnalaugsson, forsætisráðharra
Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, meldaði kvinnurnar
 
05.06.2015 - 08:38

Íslendskar tíðindakvinnurnar løgdu trýst á Sigmund Davið Gunnalaugsson, forsætisráðharra, um at fáa pengar, annars vildu tær almannakunngera eitt bræv, har forsætisráðharrin skuldi hava hjálpt einum vinmanni og floksfelaga, Bjørn Inga Hrafnsson, eitt bankalán.

Báðar hava viðgingið, at tær sendu forsætisráðharranum eitt bræv fríggjadagin, har tær kravdu um 400.000 kr., í okkara peningi, fyri ikki at almannakunngera brævið.

Forsætisráðharrin setti seg alt fyri eitt í samband við íslendsku løgregluna, og stutt eftir vóru kvinnurnar tiknar á tí staðnum, sum tær skuldu taka ímóti pengunum.

Ikki einasta offur

Málið hevur fingið eina nýggja vend, eftir at ein annar maður hevur boðað frá, at hann hevur goldið systrunum 35.000 føroyskar krónur, fyri at sleppa undan at vera meldaður fyri at hava neyðtikið aðra systrina. 

Systraranar eru avhoyrdar, men ikki fongslaðar, meðan løgreglan kannar málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329