Fifa-gølan: Marokko varð snýtt

Fifa-gølan: Marokko varð snýtt
Marokko - ikki Suðurafrika - vann atkvøðugreiðsluna um at gerast vertur fyri HM í 2010

07.06.2015 - 14:58

Í 2010 var HM í fótbólti í Suðurafrika. Men í veruleikanum var tað Marokko, sum vann atkvøðugreiðsluna um at gerast HM-vertur.

Hetta avdúka ljóðupptøkur, sum bretska blaðið The Sunday Times sigur seg hava. Upptøkurnar eru gjørdar av journalistum hjá The Sunday Times, sum arbeiddu loyniliga í Fifa-umhvørvinum í fleiri mánar í desember 2010.

Í upptøkunum kemur fram, at Marokko vann atkvøðugreiðsluna, men handan leiktjøldini var avgjørt, at Suðurafrika skuldi vera HM-vertur.

Sambært upptøkunum fekk fyrrverandi varaforsetin í Fifa, Jack Warner, mutur fyri eina millión dollars frá Marokko fyri at atkvøða fyri Marokko. Men hann atkvøddi tó fyri Suðurafrika, sum hevði rindað honum eina størri upphædd.

Tá avtornaði fekk Marokko tvær atkvøður fleiri enn Suðurafika. Men millum limirnar í aðalnevndini, sum skuldi kjósa nýggja HM-vertin, var avgjørt, at Suðurafrika skuldi vera HM-vertur í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065