Vilja hava hann frá í stundini

Vilja hava hann frá í stundini
Sepp Blatter, FIFA forseti, hevur boðað frá, at hann gevst aftaná skuldsetingarnar um mutur. ES tingið vil tó hava hann frá sum skjótast
FIFA forsetin - Joseph Blatter, vanliga nevndur Sepp - skal frá í stundini, heldur ES tingið aftaná skuldsetingarnar um mutur, ið eru komnar fram
 
12.06.2015 - 11:10

ES tingið vil hava formannin í FIFA, Sepp Blatter, at gevast í starvinum alt fyri eitt. Tað stendur í eini samtykt, sum ikki er bindandi fyri limalondini.

Sepp Blatter boðaði herfyri frá, at hann leggur frá sær sum forseti í FIFA, hóast hann nakrar fáar dagar frammanundan varð valdur aftur.

Neyðugt við broytingum í FIFA

ES-tingið sigur í einum skrivi, at tað er neyðugt við broytingum í FIFA alt fyri eitt, og at tað ikki ber til at bíða, til FIFA eftir ætlan skal hava fund aftur í desember.

Sepp Blatter tók avgerð um at leggja frá sær, eftir fleiri skuldsetingar um mutur og svik í fótbóltssamgonguni, sum amerikanska løgreglan, FBI kannar.

Síðani hava fleiri bæði fyrrverandi og núverandi limir í FIFA viðgingið, at teir hava fingið pengar fyri at atkvøða, so ávís lond kundu sleppa at skipa fyri fótbóltskappingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098