Hagstovan: 4829 føroyingar í fátækraváða

Hagstovan: 4829 føroyingar í fátækraváða
Tíggjundi hvør føroyingur var í fátækraváða í fjør, sambært Hagstovuni.
 
14.06.2015 - 11:39

 

4.829 føroyingar høvdu í fjør eina inntøku, ið var so lág,  at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,3% av øllum. Hetta er ein lítil vøkstur í min til árið fyri, tá 10% vóru í fátækravága.

Fyrsta ári, ið mát vórðu gjørd fyri fátækravága var í 2009, og tá vóru 8,8 prosent í fátækravága, og talið av teimum, ið er í fátækravága er økt hvørt ár.

Ísland best fyri

Ísland var í fjør tað norðurlandið, har fægst fólk liva í fátækravága, meðan Føroyar hava næstlægsta partin av fólkinum í fátækraváða. 

Svøríki og Danmark eru tey Norðurlond í 2013 við flest borgarum í fátækraváða.

Markið er 128.000 krónur um árið

At verða í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. 

Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í fjør, roknað til 128.088 kr. í javnvirðisinntøku. 
Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða.

Meira er at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni, sum er hagstova.fo 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV