Royna semju um Skúlan við Løgmannabreyt

Royna semju um Skúlan við Løgmannabreyt
Ósemja er framvegis um góðar 7,4 mió. kr. í eykarokningum fyri byggingina
Mynd: Búsetur.fo  
 
16.06.2015 - 11:06

Hóast fimm ár eru liðin, síðani Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík varð liðugur, er fíggjarligi parturin av byggingini ikki liðugur enn.

Ósemja er framvegis um góðar 7,4 mió. kr. í eykarokningum fyri byggingina.

Men í morgin fara advokatarnir hjá byggifelagnum Búsetri og Tórshavnar kommunu at royna at finna semju um pengarnar.

Eydnast tað ikki, fer ein gerðarrættur at avgera trætuna um tey 17 krøvini, sum kommunan hevur fingið.

Kravdu 11 milliónir

Kravið var fyrst 11 milliónir og 150.000 kr., og tá er meirvirðisgjaldið við, sum Tórshavnar kommuna fekk frá Búsetri. Búsetur fekk eykarokningar frá sínum undirveitarum, sum Búsetur sendi kommununi.

Gerðarrætturin hevur longu avgjørt, at triðingurin av kravinum var fallin fyri tíðarfreistini, fyrningarfreistini. So tí triðinginum sleppur kommunan undan.  

Eftir eru so góðar 7,4 mió. kr., sum partarnir í morgin fara at royna at finna semju um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585