Onga mynd av atkvøðuseðlinum!

bannari
Onga mynd av atkvøðuseðlinum!
Tað er ikki loyvt at taka mynd av atkvøðuseðlinum og síðan deila hana á Facebook ella á øðrum sosialum miðlum
Ikki er loyvt at taka mynd av atkvøðuseðlinum
 
18.06.2015 - 10:07


Nógv eru tey, ið eru von við at deila stóran part av lívinum við umheimin á facebook, men ikki alt er loyvt at deila við vinir og kenningar - millum annað atkvøðuseðilin til fólkatingsvalið.
Lógin um fólkatingsvalið sigur, at tað er tín skylda sum veljari, at halda títt val loyniligt. Tú hevur tí ikki loyvi til at prógva, at tú hevur verið á vali við at almannakunngera myndir úr atkvøðuklivanum.

Víðari stendur í lógini, at tú skalt leggja seðilin saman, áðrenn tú fert út úr klivanum, so eingin kann síggja, hvat tú hevur valt.

Heldur ikki er loyvt at skriva annað enn ein kross á atkvøðuseðilin. Um tú teknar ella skrivar nakað annað á seðilin, verður hann ógildaður, og telur tí ikki við.

Lógin er frá 1989, og hon er enn galdandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846