Amnesty: Heimsins leiðarar svíkja

Amnesty: Heimsins leiðarar svíkja
Hvassorðað frágreiðing frá Amnesty staðfestir, at heimsins leiðarar svíkja tey mest sárbæru
 
21.06.2015 - 13:16

-Vit eru vitni til ringastu flóttafólkakreppu í okkara tíð, har milliónir av kvinnum, monnum og børnum stríðast fyri at yvirliva orsakað av kríggi, flóttafólkasmuglarum og undir stjórnum, sum fara eftir sjálvsøknum politiskum áhugamálum heldur enn at vísa grundleggjandi menniskjasligt medvit. 
Tað segði Salil Shetty, aðalskrivari hjá Amnesty International, tá nýggjasta frágreiðingin hjá Amnesty varð almannakunngjørd í Beirut í Libanon í gjár.

 

Talan er um eina hvassorðaða frágreiðing, har heimsins leiðarar verða ákærdir fyri at svíkja heimsins mest sárbæru, sum flýggja undan kríggi í Miðeystri og Afrika.

 

Í frágreiðingini minnir Amnesty International heimsins leiðarar á, at 
- Vit uppliva ringastu flóttafólkakreppa síðani seinna veraldarbardaga, at ein millión flóttar hava átroðkandi tørv á nýggjum bústaði, at fýra milliónir flóttafólk úr Sýria stríðast fyri at yvirliva í Turkalandi, Libanon, Jordan, Irak og Egyptalandi, at meiri enn tríggjar milliónir flóttar eru í Afrika sunnan fyri Sahara, og bert ein brotpartur hevur fingið nýggj heim síðani 2013, at 3.500 fólk druknaðu í royndini at koma um Miðjarahavið í 2014, og 1.865 higartil í 2015 og at 300 fólk doyðu í Andaman-sjógvinum fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2015 orsakað av hungursneyð, vatntroti og ágangi frá manningini á bátum. 

 

- Flóttafólkakreppan er ein av avgerandi avbjóðinunum í 21. øld, men svarið hjá altjóða samfelagnum hevur verið vanæriligt. Okkum tørvar grundleggjandi broytingar og eina samanhangandi og fullfíggjaða altjóða ætlan, sigur Amnesty International í nýggjastu frágreiðing síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328