Fiskimálaráðið viðger svartkjaftakvotuna

Fiskimálaráðið viðger svartkjaftakvotuna
Einki spurdist burtur úr samráðingunum um svartkjaftin. Fleiri tíggjutals prosentstig skilja partarnar
 
25.06.2015 - 08:10

Tá samráðingarnar í Keypmannahavn millum strandarlondini um norðhavssildina eru lidnar í morgin, fara tey í Fiskimálaráðnum at viðgera spurningin um føroysku svartkjaftakvotuna í ár. 

Beint fyri jól í fjør kunngjørdi Fiskimálaráðið, at svartkjaftakvotan í 2015 er 100.000 tons, og Russland fekk harafturat 80.000 tons.

Fyrst í februar hækkaði føroyska kvotan upp í 125.000, og 10.apríl fór hon upp í 200.000 tons. Gamla avtalan frá 2006 um býtið millum londini er farin í søguna.

Nýggjur býtislykil

ES vil hava býtislykilin broyttan, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part. Og strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis. Samráðingar vóru í Keypmannahavn í gjár og týsdagin. 

Men so langt er millum partarnar, at vónleyst var at finna nakra semju, segði Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Hann sigur, at fleiri tíggjutals prosentstig skilja partarnar, og tí var vónleyst at fáa londini at semjast.

Seinnapartin í gjár tosaði føroyska samráðingarnevndin við ES, men einki endaligt úrslit spurdist burturúr, sigur Herluf Sigvaldsson.

Strandarlondini, sum samráðast um svartkjaftin, eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Grønland og Russland eru við sum eygleiðarar.

Heildarkvotan 1,26 mió. tons

Tá samráðingar vóru í desember vóru londini tó samd um, at heildarkvotan av svartkjafti í 2015 skal vera ein millión og 260.000 tons.

Sambært býtislyklinum frá 2006 áttu Føroyar ein fjórðing av svartkjaftakvotuni. Tað eru 315.000 tons av einari millión og 260.000 tonsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672