Royna fyrst at koma í hálvfinaluna

Royna fyrst at koma í hálvfinaluna
Venjarin hjá landsliðnum í flogbólti hjá monnum, Bárður Bendix Mikkelsen, sigur, at teir fyrst vilja koma í hálvfinaluna, og so taka tað har frá
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
26.06.2015 - 14:59

Føroysku flogbóltsmenninir hava tveir dagar at fyrireika seg í undan fyrsta dystinum.

Fyrsti dysturin verður sunnudagin móti Isle of Man.

Føroyska landsliðið hevur fingið allarbestu fyrireiking til Oyggjaleikirnar, tí teir hava júst spælt EM-undankapping í Luksemburg.

Føroyar taptu allar dystirnar har, men venjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, heldur, at teir dystirnir hava givið liðnum nógv.

- Í Luksemburg møttu vit væl sterkari mótstøðu enn vit fara at møta her, og har gekk støðugt framá.

- Vit blivu betri fyri hvønn dyst, og spældu til tíðir væl ímóti sterkari mótstøðu.

- Vit vilja fyrst og fremst tryggja okkum pláss í hálvfinaluni, og so fáa vit at síggja, sigur Bárður Bendix Mikkelsen.

Føroyar eru í bólki við Saaremaa, sum verður mett sum sterkasta liðið í kappingini. Tvey lið fara víðari úr bólkaspælinum.

Bólkur A: 

Saaremaa

Føroyar

Gotland

Isle of Man

Jersey

Bólkur B:

Áland

Bermuda

Guernsey

Shetland

Dystirnir hjá Føroyum í bólkaspælinum:

Sunnudagin 28.06 Føroyar-Isle of Man
Mánadagin 29.06 Føroyar-Gotland
Týsdagin 30.06 Føroyar-Jersey
Mikudagin 01.07 Føroyar-Saaremaa

Hálvfinalurnar eru hósdagin, og finalan er fríggjadagin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173